Innanlands

Nærskiljing av glasi og metali í Tórshavnar kommunu

Fleiri støð í Hoyvík, Argjum og í Havn verða brúkt í royndarverkætlanini

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-07-16 16:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skiljistøðir til ávikavist metal og glas eru settar upp í nøkrum grannaløgum í Tórshavnar kommunu. Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvørja loysn vit frameftir kunnu brúka, tá ið húskir skulu skilja metal og glas. 

Nýggja burturkastkunngerðin er á veg, sum fer at seta nýggj krøv til skiljingar av burturkasti, og tí er skilagott at finna útav, hvørjar loysnir rigga best til føroysk viðurskifti.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Í dag endar ein stórur partur av glasi og metali í restburturkastinum. Við at skilja hesar bólkar, minka vit munandi um restburturkastið og kunnu senda hetta tilfeingið til endurvinningar ístaðin.

Í royndarverkætlanini verða tvey sløg av spannum brúktar; plastspannir, sum kunnu standa, har tær eru vardar móti nógvum vindi, og spannir úr rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.

Skiljistøðirnar í royndarverkætlanini eru staðsettar á hesum støðum:

• Á Karlamagnusarbreyt, Hoyvík

• Við Finsen, Tórshavn

• Á Norðasta Horni, Tórshavn

• Undir Kongavarða, Argir

• Í Tórsbyrgi, Tórshavn

• Í Túnunum í eysturbýnum, Tórshavn

• Við Íbúðirnar á Fløtum, Tórshavn

• Á Óðinshædd, Tórshavn

Grannaløgini fáa vegleiðandi tilfar í postkassan um skiljistøðirnar, og hvussu hesar skulu brúkast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder