Uttanlands

Russiskt talsfólk: Hetta er álvarsamt

Meðan talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, at hóttanirnar hjá amerikanska forsetanum um toll og revsitiltøk eru álvarsamar, sigur næstformaðurin í russiska trygdarráðnum, at Russland ikki leggur í tær

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

2025-07-15 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóttanirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at leggja toll á russiskar vørur og revsa londum, sum keypa olju úr Russlandi eru rættiliga álvarsamar.

Tað sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.

Hann sigur, at Russland hevur tørv á tíð at greina boðskapin úr Hvítu Húsunum.

– Hendan útsøgnin hjá amerikanska forsetanum er rættiliga álvarsom. Okkurt av tí, hann segði, sær út til at vera rættað beinleiðis móti Putin (russiska forsetanum, Vladimir Putin red.)

Les eisini: USA letur vápn til Ukraina og hóttir Russland við tolli og revsitiltøkum

– Vit hava uttan iva tørv á at greina tað, sum bleiv sagt í Washington. Um og tá Putin forseti heldur tað vera neyðugt, fer hann at koma við einari viðmerking.

Hetta var ikki fyrsta viðmerkingin úr Russlandi til útsøgnina hjá Trump mánadagin.

Fyrrverandi forsetin og forsætisráðharrin, sum nú er næstformaður í russiska trygdarráðnum, Dmitrij Medvedev, kom við einum øðrum sjónarmiði.

Medvedev segði, at Russland ikki leggur í tað, sum hann nevndir eitt "tilgjørt ultimatum".

– Heimurin skalv og væntaði avleiðingar. Evropa var vónbrotið. Russland legði einki í tað, sigur hann sambært russisku tíðindastovuni Tass.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder