Í morgun var atkvøðugreiðsla á WAGGGS ráðstevnuni í Kambodja um føroyskan limaskap í heimssambandinum fyri gentuskótar.
Og her var samtykt gjørdist greitt, at meira enn tey kravdu 75 prosentini av atkvøðunum vóru fyri, at Føroya Skótaráð nú er sjálvstøðugur limur í felagsskapinum, sum kallast World Association of Girl Guides and Girl Scouts.
Fagnaðurin hjá føroysku umboðunum var stórur, tá úrslitið var greitt. Og hetta vóru eisini góð tíðindi, tá tað frættist í føroyska skótaumhvørvinum, at tað nú endiliga er eydnast at fáa fullgyldugan limaskap í hesum felagsskapinum.
Tað eru tveir altjóða felagsskapir innan skótarørsluna. Hesin felagsskapurin er einans galdandi fyri gentustkótar. Í World Organisation of the Scout Movement, WOSM, eru Føroyar framvegis við sum atlimir umvegis danska skótasambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald