Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýtti í morgun høvið til at fara til móttøku hjá Margrethu drotning. Margretha drotning vitjaði Havnina í 2021 og fyrr í ár heiðraði hon borgarstjóran við kommandørkrossinum.
Heðin Mortensen hevur fleiri ferðir verið vertur, tá drotningin hevur vitjað Havnina. Hann gjørdist í 1991 ”Ridder af Dannebrogordenen” og í 2003 gjørdist hann ”Ridder af 1. grad”.
Á hátíðarhaldinum fyrr í ár, tá Heðin hevði sitið sum býráðslimur í Havn í 50 ár, handaði ríkisumboðið Lene Moyell Johansen vegna Margrethu drotning Heðini ”Kommandørkorset”. Heðin fekk sostatt stóra heiðurin at gerast ”Kommandør av Dannebrogordenen.
Í morgun fekk borgarstjórin so høvið at takka drotningini persónliga fyri heiðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald