Tað var ongantíð ætlanin at Edward Niclasen úr Sørvági skuldi steðga leingi í Grønlandi. Hann vildi niður til Danmarkar at lesa víðari, men hevði fingist við ymiskt diskotekvirksemi í náttarlívinum í Føroyum. Tí helt familjan at hann skuldi fara til Grønlands “til avkøling” í eitt ár, áðrenn hann fór undir víðari lestur.
Men nú eru 40 ár um at verða gingin, og Edward er enn í Grønlandi.
- Tað var nokk stuttligari her enn í Havn, sigur Edward, sum upprunaliga skuldi í starv sum bóhaldari hjá Nordafar í Føroyingahavnini, men tók við sum administrator eftir at leiðslan hevði lagt frá sær. Har arbeiddi hann til virksemið steðgaði, men leiðin gekk ikki til Danmarkar ella Føroya. Edward fekk bæði konu og børn, og hevur skapt sær tilveru í Grønlandi.
Edward hevur tikist við nógv ymiskt virksemi, og í 1998 bjóðaði bankin honum at gerast partur av felagnum Nuuk Transport. Felagið silgdi í tungum sjógvi, og Edward fekk bjóðað at keypa ein part av felagnum fyri lítið og lætt. Fimm ár seinni keypti hann restina av felagnum og í 2025 hevði fyritøkan ein umsetning á 169 milliónir krónur.
Hóast hann enn møtir tíðliga leygarmorgun á skrivstovuni hjá fyritøkuni, er hann í veruleikanum ikki í starvi har longur. Ein sonur hansara hevur tikið yvir, og nógv av tíðini hjá Edwardi fer nú við at umvæla elsta træskipið í Grønlandi, N.V. Ussing. Til tað hevur hann fingið serfrøði úr bæði Danmark og Stóra Bretlandi at hjálpa sær, og skal skipið flotast seinni í summar.
Edward kundi hugsað sær, at barnabørnini komu meira til Føroya, har teimum dámar væl. Men annars leggur hann ikki so nógv í tjóðskap.
- Tað at vera grønlendingur, føroyingur ella danskari, tað sigur mær onki. Eg eri Edward, sigur hann, og tvíheldur um at Sørvingur er hann tó enn.
Hoyr triðju sendingina í podvarpsrøðini um Føroyingar og grønlendska sjálvstýristráðanin, har Regin Winther Poulsen tosar við Edward Niclasen:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald