Hóast nógv fólk vóru í býnum í nátt í sambandi við ólavsøkuna, hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni.
Tað vóru sera nógv fólk í býnum í nátt, og hóast ein stríður streymur av fólki byrjaði at ganga heim um tvey-tíðina eftir midnáttarsangin, var tað ikki fyrr enn klokkan seks í morgun, at tað ordiliga byrjaði at minka, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Upplýst verður, at løgreglan var til staðar í býnum, og vóru støður, har løgreglan mátti leggja seg uppí. Tó vóru ikki so nógv mál skrásett í nátt.
Løgreglan hevur hjálpt onkrum fullum fólki, og ein var so drukkin, at hann varð koyrdur á politistøðina at sova rúsin av sær.
Ein fær bót fyri ikki at vilja siga, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til at upplýsa, tá løgreglan spyr. Viðkomandi var eisini inni hjá løgregluni eina løtu at sissa seg, upplýsir vaktleiðarin.
Ein persónur verður skuldsettur fyri herverk fyri at sparka ein løgreglubil, meðan løgreglufólkini vóru farin at hjálpa samarittunum. Løgreglan veit, hvør viðkomandi er, og fær hann eina heilsan frá løgregluni seinni. Umframt bót verður endurgjald fyri skaðarnar kravt.
Í nátt varð eisini boðað frá, at ein persónur koyrdi við elrennihjóli í Eysturoyartunlinum. Tað er ikki loyvt, hvørki í tunlinum ella aðrastaðni, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at verður ein tikin á elrennihjóli, verður tað tikið. Viðkomandi varð skuldsettur og koyrdur til hús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald