Innanlands

Strangari krøv til útlendingar

Løgmaður boðar frá, at lóg um onnur trúarsamfeløg kemur skjótt. Eisini verða reglurnar um familjusameining broyttar sum skjótast

(Skíggjamynd: KvF)

(Skíggjamynd: KvF)

2026-07-29 13:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki einans rúsevnini úr útheimi, sum skulu støðgast. Løgmaður hevur eisini ætlanir um at seta strangari krøv til útlendingar, sum koma til Føroyar.

- Eitt lítið samfelag sum okkara hevur eisini skyldu at hugsa um, hvussu tilflytingin verður skipað. Vit kenna gongdina frá fleiri grannalondum, har ov skjót og illa skipað tilflyting hevur elvt til stórar avbjóðingar. Avleiðingin er, at vælferðarskipanir kunnu hokna undir trýstinum.

- Teimum royndunum skulu vit læra av. Annars fáa vit somu trupulleikar og kunnu gerast fremmand í egnum landi. Tí er farið undir eina umfatandi broyting í útlendingalógini, segði løgmaður.

Hann sigur eisini, at ein lóg um onnur trúarsamfeløg eru á veg. Henda lóg skal staðfesta, at føroysk lóggáva og mentan, fólkaræði, javnstøða og virði skulu virðast.

Men tað eru eisini broytingar, ið mugu gerast alt fyri eitt, segði løgmaður, og nevndi, at reglurnar um familjusameining verða broyttar sum skjótast, so tað ganga í minsta lagi trý ár, áðrenn samfylgjandi familja kann flyta til Føroya. Harumframt verður krav sett um reina revsiváttan.

- Vit hava stóran tørv á arbeiðsmegi og mugu hava góðar skipanir til frama fyri hetta. Men vit skulu fremst av øllum tryggja, at føroyska samfelagið framvegis byggir á tey virði, sum hava bundið ættarlið saman og gjørt oyggjarnar til tað, tær eru í dag, segði løgmaður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder