Mentan

Hvørvisjónin skal standa sína roynd í Eurovision

Tað fer at henda meira á pallinum í Basel enn tað gjørdi í Herning, sigur Sissal Jóhanna Niclasen. Um eina góða viku skal hon í eldin í Eurovision

(Mynd: Eurovision)

(Mynd: Eurovision)

2025-05-07 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og toymi hennara eru komin til Basel og fyrireika stóru framførsluna í seinna Eurovision undanumfarinum, sum verður hósdagin í næstu viku.

Eurovision hevur lagt myndir út av framførsluni hjá Sissal. Eitt sonevnt "First look".

Og tað sær spennandi út. Grøna svimjidraktin, sum varð brúkt í Herning, er ikki sloppin við, men tað er hinvegin ein blá drakt og ein frakki.

- Pallsetingin er nógv broytt síðan Herning. Vit hava ein hálvsirkul úr toyi sum flákrar og skiftir lit. So hava vit royk og fýra dansarar, sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen.

- Tað verður einføld pallseting, men tað verður nógv at fyrihalda seg til og arbeitt verður nógv við orðinum hallucination, hvørvisjón, greiðir hon frá.

Sissal skal framføra til seinna undanumfarið hósdagin 15. mai og kappast um at koma í finaluna. Finalan verður leygardagin 17. mai.

Les eisini: Sissal: - Tað er stuttligt men eisini nógv á skránni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder