Mentan

Nýggjur sangur: Heimleysa músin

Annar sangur í eini ævintýrrøð hjá Steintór Rasmussen

2025-05-08 08:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár kom út nýggjur barnasangur til vaksin á You Tube og á Spotify. Sangurin er um eina fátæka mús, sum ikki veit sær nakað stað at búgva í Føroyum. Men vísan kundi tað sama verið um eina einliga mammu og um ta íbúðarneyð, sum er her í landinum.

“Músin” er annar sangur í eini ævintýrrøð hjá Steintór Rasmussen, har hann hevur skrivað og innspælt nakrar lættar sangir um meiri tung og aktuell evnir. Fyrsta vísan var “Kongurin og synir sjey”. Nú er tað søgan um ta fátæku heimleysu músina, sum kennir seg noydda at rýma úr Føroyum fyri at smíða sær eydnuna í einum fremmandum landi.

Tað er Durita Terjadóttir Svarthamar, ið syngur. Sangurin er innspældur í Klaksvík hjá Alvin Elleby, sum eisini er maðurin handan knøttarnar og á øllum ljóðførunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder