Innanlands

Kvøldseta á Kambsdali grækarismessukvøld

Nú valstríðið er upp á tað harðasta, fer valviðmerkjari skúlans, Jóannes Hansen, at hugleiða um val og fólkaræði á árligu várkvøldsetuni

2026-03-11 18:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á grækarismessu, hóskvøldið klokkan 19, bjóðar Miðnám á Kambsdali til árligu várkvøldsetuna. Okkara dugnaligu næmingar borðreiða aftur í ár við einari fjølbroyttari og spennandi skrá. Øll – foreldur, avvarðandi, systkin, vinfólk og onnur – eru hjartaliga vælkomin.

Várkvøldsetan er eitt afturvendandi tiltak á Kambsdali. Í ár verður nógv at síggja og hoyra. M.a. næmingafilmar, tónleikaframførslur, m.a. bólkurin Icebreakers á serbreytini, Føroya størsta skúlakór, ferðafrásøgn hjá týskflokkinum og listaframsýning við verkum úr ymiskum flokkum.

Valfepurin er hækkandi í hesum døgum, og á kvøldsetuni fer okkara egni valviðmerkjari, Jóannes Hansen, at taka fepurin og hugleiða um val og fólkaræði.

Alt kvøldið verður sjálvandi møguleiki at tosa við lestrarvegleiðara um ivamál í sambandi við umsóknir til miðnám. Freistin er sunnudagin 15. mars.

Í steðginum er drekkamuður í miðhøllini, har møguleiki verður at hitta næmingar og lærarar, práta saman og hyggja nærri at verkunum, sum eru gjørd í samband við kvøldsetuna. 

Myndirnar eru frá seinastu kvøldsetu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder