
Í dag hevði nýggi pávin, Leo 14. sína fyrstu sunnudagsbøn á Pætursplássinum í Rom, og tá kom hann við eina áheitan um at steðga øll kríggj í heiminum.
Túsundatals fólk vóru savnað á Pætursplássinum fyri at hoyra nýggja pávan.
Leo pávi kom m.a. við áheitan um at fáa í lag varandi frið í Ukraina umframt vápnahvíld í Gaza og leyslating av øllum ísraelskum gíslum.
– Men har eru so nógv onnur stríð í heiminum, legði pávin afturat sambært Reuters.
Leo pávi varð valdur til páva hósdagin at yvirtaka leiðsluna í katólsku kirkjuni eftir Frans páva, sum andaðist 2. páskadag, 88 ára gamal. 69 ára gamli Leo pávi, sum hevur borgarliga navnið Robert Francis Prevost, er føddur í amerikanska býnum Chicago, og er hann fyrsti norðamerikanski pávin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald