Innanlands

Suðuroyartunnilin: Lív ella deyð

- Suðuroyartunnilin er ein spurningur um lív ella deyð sigur landsstýriskvinna. -Vit skulu gera Suðuroyartunnilin. Tað skylda vit suðuroyingum. Tað skylda vit øllum føroyingum sigur formaður Javnaðarfloksins og løgmaður

Frá landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Stórhøllini við Tjarnir leygardagin. Myndir Jan Müller

Frá landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Stórhøllini við Tjarnir leygardagin. Myndir Jan Müller

2025-05-11 14:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Suðuroyartunnilin fylti sum vera man nógv á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin. Floksformaðurin og løgmaður Aksel V. Johannesen, sum fór víða um í røðu síni – frá ungdómi til pensionistar - halgaði tó júst føstum sambandi til Suðuroynna stóran part av røðuni.

Tað var tó hansara landsstýriskvinna úr Suðuroynni, Súsanna Bertholdsen, sum hevði tann mest avgjørda og greiða boðskapin um nettupp fasta sambandið.

- Suðuroyartunnilin er ein spurningur um lív ella deyð segði hon undir orðaskiftinum.

[object Object]

Aksel Johannesen, sum í Tinganesi hevur høvuðsábyrgdina av júst málinum um Suðuroyartunnil, fegnaðist um jaligu avleiðingarnar av Sandoyartunlinum og helt fyri, at henda góða gongdin kastar eisini sjóneykuna á sváru støðuna í Suðuroynni.

Hann segði m.a.:

“Javnaðarflokkurin kann ikki góðtaka, at ein av tíggju føroyingum verður hektaður av.

At Suðuroyggin ikki fær lut í framgongdini í Føroyum.      

Fast samband kann vera við til at venda gongdini.

Tí er tað okkara skylda sum politikarar at kanna væl og virðiliga, um tað ber til at knýta Suðuroynna uppí restina av landinum.

Fyri at framtíðartryggja oynna.

Tað er uppgávan, sum eg havi fingið - og tikið á meg.

Seinastu tíðina hevur nógv alment kjak verið um fíggingarleist, trygdarrúm og linjuføringar. Hetta eru viðurskifti, sum eru kannað væl og skulu kannast enn nærri, tá fyrireikingarnar halda fram.  

Tí uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, er ein heimild til Tunnilsfelagið at fara víðari við arbeiðinum, avgreiða ivaspurningar, fáa trygdina góðkenda av Landsverki, fyri síðani at prosjektera og fyrireika eitt útboð.

Allir flokkar taka undir við málinum, tó at nøkur tingfólk atkvøddu ímóti við aðru viðgerð.

Tað tekur á leið hálvtannað ár at prosjektera og bjóða tunnilin út. Tá kenna vit kostnaðin av at gera tunnilin. Tástani kenna vit eisini rentustøðið, sum hevur avgerandi týdning fyri fíggingina.

Tá tekur Løgtingið endaligu avgerðina, um farast skal undir Suðuroyartunnilin", segði formaðurin og helt fram:

"Metingar hjá Tunnilsfelagnum av kostnaði síggja skilagóðar út. Og upp á sikt fer tunnil til Suðuroynna at loysa seg.

Sjálvandi skal ein Suðuroyartunnil ikki minka um vælferðina.

Sjálvandi skal trygdin vera í lagi.

Sjálvandi skal skil vera í fíggingini.

Men letur tað seg upp á nakran sum helst máta gera, og tað ivist eg onga løtu í, at tað ger, so skulu vit gera Suðuroyartunnilin.

Tað skylda við suðuroyingum. Tað skylda vit øllum føroyingum.

Tí Føroyar skulu vera fyri øll”,  segði Aksel V. Johannesen m.a. í síni formansfrágreiðing til landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum í Stórhøllini við Tjarnir.

Sí leinkju til røðuna her:

https://www.j.fo/ti%C3%B0indi-og-greinar/vit-mugu-tryggja-og-framti%C3%B0artryggja-vaelfer%C3%B0ina

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Stórhøllin við Tjarnir hevur longu prógvað sítt samfelagsvirði og livir upp til hugtakið "Høgt til loftið - vítt til veggja"  sínum sínum fjølbroytta virksemi - frá ítrótti, tónleiki og nú eisini politikki og fjølbroyttum mentanarligum tiltøkum annars.  


Frá landsstevnu Javnaðarfloksins við Tjarnir leygardagin. Myndir Jan Müller


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder