
Stjórnarleiðararnir úr Íslandi, Norra, Grønlandi, Danmark og Føroyum hittast í morgin, 12. mai, í Tinganesi at umrøða trygd í Norðuratlantshavi og Arktis.
Tá løgmaður, Aksel V. Johannesen, luttók á trygdarráðstevnu í München í februar, vóru greið tekin um, at londini í økinum ynskja størri fokus og tættari samskifti um trygdarpolitisk viðurskifti.
Tí hava stjórnirnar í Íslandi, Norra, Grønlandi, Danmark og Føroyum kannað møguleikarnar fyri einum stjórnarfundi um trygdarpolitikk.
Í sambandi við vitjanina hjá íslendska forsætisráðharranum um vikuskiftið, vísti tað seg at passa væl hjá stjórnarleiðarunum at hittast í Føroyum í morgin, mánadag 12. mai. Norski forsætisráðharrin fer tó at luttaka talgilt.
Umframt stjórnarfundin fer løgmaður eisini at hava fundir við ávikavist danska forsætisráðharran og nýggja grønlendska landsstýrisformannin hvør sær.
Á stjórnarfundinum luttaka Aksel V. Johannesen, løgmaður, Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, Kristrún Frostadóttir, íslendskur forsætisráðharri, Jonas Gahr-Støre (talgilt), norskur forsætisráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald