Hóast vit eru rakt av koronasmittu í hesum døgum, so er ætlanin ikki, at samfelagið skal leggjast lamið og samfelagshjólini støðga upp.
Fyri at samfelagið ikki skal støðga upp, hevur landsstýrið – saman við andstøðuni – gjørt ein hjálparpakka til vinnuna og til starvsfólk, hvørs størv eru hótt í hesum døgum.
Ætlanin er at broyta ymsar lógir fyribils. Eitt nú lógin um sjúkradagpengar, so at tey, sum verða sett í sóttarhald, fáa sjúkradagpengar.
Als lógin skal eisini broytast, so at fólk, sum eitt nú verða sett niður í hálva tíð, fáa hálva upphædd útgoldna gjøgnum Arbeiðsloysisskipanina, meðan arbeiðsgevarin rindar fyri hálva arbeiðsviku.
Likviditeturin hjá fyritøkum verður bøttur við at útseta mvg-gjaldið, sum skal rindast í mai, so at tað ikki skal gjaldast fyrr enn í august mánaði, tá næsti mvg-dagur er. Hetta fyri at hjálpa upp á likvitetin hjá fyritøkunum í hesum hørðu tíðum.
Endaliga hevur danska stjórnin eisini sent eitt tilboð til Føroyar, so at skipanin við Vækstfondet eisini verðru galdandi her. Hetta snýr sum at veita trygd fyri rakstrarlánum til fyritøkur, sum hava tørv á tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald