Mentan

Myndir: Annika Magnussen Gaard skipað í embæti

Hon er nýggjur sóknarprestur í Norðstreymoyar vestaraprestagjaldi. Sí myndir úr Kvívíkar kirkju

Annika Magnussen Gaard og Maria Jørðdal Niclasen, sum í januarmánað bleiv skipað í embæti sum dómpróstur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Annika Magnussen Gaard og Maria Jørðdal Niclasen, sum í januarmánað bleiv skipað í embæti sum dómpróstur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-22 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annika Magnussen Gaard varð í dag skipað í embæti sum nýggjur sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Kvívík.

Hetta var gjørt undir gudstænastu í Kvívíkar kikrju í dag.

Annika er ættað úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur í gudfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022. Á heysti í 2023 tók hon við kallinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri.

Tríggjar kirkjur eru í prestagjaldinum: Vestmanna, Kvívíkar og Kollafjarðar kirkjusókn.

Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók í Kvívíkar kirkju í dag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder