Innanlands

Pensjónsmálið kemur fyrst fyri - kann avgera lagnuna hjá Suðuroyartunlinum og samgonguni

Eftir nógvar innanhýsis tingingar hesa vikuna, veður serliga spennandi at síggja í morgin, hvørt semja er í samgonguni um at hækka pensjónsaldurin ella ikki

Í í gjár var, sambært KVF, heldur

Í í gjár var, sambært KVF, heldur "ørkymlandi fundur" í floksleiðslu Javnaðarfloksins". Har skuldu fólk í floksleiðsluni geva sína meining til kenning um bæði málini, sum nú skulu fyri (Savnsmynd: Jens Kr .Vang)

2026-02-22 20:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 09.30 mánadagin byrjar tann mest týðandi tingfundurin í eina tíð. Tvey av størstu málunum í hesum tingskeiðnum, sum onkursvegna eru samantvinnaði, koma eftir ætlan fyri til aðru viðgerð i morgin.

- Málini hava í prinsippinum einki við hvørt annað at gera, men fleiri tykjast hava knýtt tey saman, staðfesti Bjørt Samuelsen fyri FM1, stutt fyri álitini komu fram.

Tað er í pørtum av bæði í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum ein ávís, og hjá summum stór, ónøgd við, at málini um at hækka pensjónsaldurin og at fara undir projektering av Suðuroyartunlinum politiskt hanga aman. Umframt hetta eru innanhýsis ósemjur í Javnaðarflokkinum um pensjónsmálið - nakað sum Kringvarpið í dag hevur fingið dagførdar upplýsingar um.

[object Object]Fer Javnaðarflokkurin at standa saman í málinum um at hækka pensjónsaldurin - nakað sum grundleggjandi stríðir ímóti hugsjón floksins

[object Object]Ingilín Didriksen Strøm hevur alment víst mótstøðu móti pensjónsuppskotinum - serliga um sytta arbeiðsvikan ikki kemur. Fer hon at standa saman við flokkinum og samgonguni ella atkvøða meira eftir egnari sannføring? (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fyrr í vikuni hava fundir verið í landsstýrinum og í flokkunum, og serliga Aksel V. Johannesen og Sirið Stenberg hava arbeitt við at tryggja fulla undirtøku. Forkvinnan í Tjóðveldi fór ikki av landinum í arbeiðsørindum, sum hon annars skuldi mitt í vikuni - Eirikur í Jákupsstovu varð sendur ístaðin - og í gjár var, sambært KVF, heldur "ørkymlandi fundur" í floksleiðslu og baklandi Javnaðarfloksins".

Ikki øll møttu men har skuldu fólk atkvøða, og tað ikki dulnevnt: Løgmaður og formaður floksins vil hava greiðar linjur.

Portalurin hevur fingið upplýst, at har vóru nøkur Javnaðarfólk, ið vóru ímóti at atkvøða málini ígjøgnum. So er bara spurningurin, hvussu stora ávirkan hesin lítli prosentparturin fær í morgin

Lagnunnar dagur - fellur eitt fellur hit mest sannlíkgt

Hóast málið um Suðuroyartunnilin hevur fylt ógvuliga nógv í yvir eitt ár, so er lítil ivi vera um, at hetta málið fer ígjønum - um tað kemur fyri.

Les meira: Breið undirtøka fyri Suðuroyartunnlinum

Í mun til málið um at hækka pensjónina, er hetta ikki eitt samgongumál. Løgmaður hevur áður í tingskeiðnum tikið flokkarnar í eið. Hóast ymiskt hevur skinklað, tykjast tað vera nóg nógv ansdstøðufólk, sum fara at atkvøða fyri, fyri at javna nakrar møguligar nei-atkvøður úr samgonguni.

Í pensjónsmálinum røkist einki fyri, at nakar av teimum samanlagt 15 úr Miðflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum fara at atkvøða fyri. Harvið skulu ikki fleiri enn tvær nei-atkvøður til úr samgonguni fyri at fella málið við aðru viðgerð: Fyri at 17 eru ímóti.

[object Object]
Tað er eingin ivi um, hvar Liljan Weihe stendur í tunnilsmálinum. Men stóri spurninguruin er hitt málið (Mynd: Sverri Egholm)

Liljan Weihe er ímóti at fara undir projektering og at bjóða Suðuroyartunnil út, sum nú er. Tjóðveldistingkvinnan hevur eisini staðfest, at hon tekur støðu í tingsalinum í pensjónsmálinum.

Hon er sjálv í Trivnaðarnevndini, sum hevur lagt málið fram. Atkvøður Liljan Weihe ímóti, og til dømis Ingilín Strøm eisini ger tað, so er liðugt. 

Tað er ein orsøk til, hvi bæði álitini vórðu løgd fram samstundis, og hví pensjónsmálið er tað fyrsta á skránni. Og eftir útsagnum frá Ruth Vang og Akseli V. Johannesen at døma, so verður ikki nøkur framgondd í málinum um Suðuroyartunni ella framhaldandi ein CEF-samgonga, um fyrra málið fellur.

Tingfundurin byrjar klokkan 09.30 mánadagin. Portalurin og FM1 fara at hava ymiskt tilfar úr tinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder