2021-03-09 13:41
Í gjárkvøldið var náttarkaving á skránni í Hoyvík. Seks kvinnur kavaðu saman í myrkrinum í Hoyvík fyri at hátíðarhalda kvinnudagin.
Nýggi kavaraskúlin í Havn, North Atlantic Diving, stuðlaði við útgerð.
Talið á kvinnum í frítíðarkaving í Føroyum stendur í vøkstri. Tvær av kvinnunum hetta kvøldið vóru júst lidnar við teirra skeið og hetta náttarkavið var tískil teirra fyrsta stuttleikakav.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald