
Boðar verður frá samanbrestum millum mótmlisfólk og herfólk frá amerikonsku Tjóðarhirðuni í kaliforniska stórbýnum Los Angeles.
Mótmælini byrjaðu fríggjadagin, eftir at immigratiónsmyndugleikin, ICE hevði handtikið 44 persónar í økinum, og um vikuskiftið gav amerikanski forsetin, Donald Trump boð um at senda Tjóðarhirðuna at hjálpa løgregluni at handfara mótmælini.
Trump gav boð um, at 2000 fólk frá Tjóðarhirðuni skuldi sendast til Los Angeles, og sambært CNN eru umleið 300 herfólk send til trý ymisk øki í býnum.
Fráboðanir eru um løgreglufólk sum brúka piparspray og táragass mótmi mótmælisfólkum, og um mótmælisfólk, sum blaka fløskur og aðrar lutir eftir løgreglufólki.
Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia sigur, at avgerðin um at senda boð eftir Tjóðarhirðuni er óneyðugt og provokerandi, og fer tað bert at gera støðuna meira spenta.
– Vit høvdu ongar trupulleikar, áðrenn Trump kom uppí. Hetta er eitt sera álvarlsigt brot á sjálvsavgerðarrættin hjá statinum, sigur hann.
Í samrøðu við MSNBC sigur Newsom, at hann ætlar at stevna umsitingina hjá Trump, sum sambært honum sjálvur hevur skapt umstøðurnar kring mótmælini.
– Hetta eru gerðirnar hjá einum einræðisharra, ikki einum forseta, sigur hann sambært Reuters.
Mótmælini byrjaðu í Paramount, sum er ein forstaður til Los Angeles. Síðani hava mótmælini spreitt seg til fleiri øki av stórbýnum. Sunnukvøldið boðaði løgreglan frá, at tey vóru við at missa tamarhaldið á støðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald