Uttanlands

Ríkisborgarar úr 12 londum sleppa ikki longur til USA

Eisini verður tað truplari hjá borgarum í sjey øðrum londum at fáa innferðarloyvi til USA – Endamálið við hesum banninum er at økja trygdina í USA, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-06-09 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag sleppa ríkisborgarar úr 12 londum ikki at ferðast inn í USA.

Ein kunngerð, sum í farnu viku varð undirskrivað av amerikanska forsetanum, Donald Trump, kom í gildi í morgun.

Tey 12 londini, sum eru rakt av innferðarbanninum eru Afganistan, Kongo, Eritrea, Haiti, Iran, Libya, Myanmar, Somalia, Sudan, Kjad, Jemen, og Ekvatorguinea.

Umframt hesi 12 lond eru innferðaravmarkingarnar fyri sjey onnur lond herd.

Tað verður framyvir truplari hjá ríkisborgarum úr Burundi, Kuba, Laos, Sierra Leone, Togo, Turkmenistan og Venesuela at fáa innferðarloyvi til USA, skrivar Ritzau.

Grundgevingin hjá amerikanska forsetanum er m.a., at hetta fer at økja trygdina í USA. Hann sigur eisini, at hesi lond hava eitt høgt tal av yvirgangsfólkum, og at tey ikki kunnu vátta samleikan hjá ferðandi.

Eisini brúkar Trump álopið í Boulder í Kolorado fyri góðari viku síðani, har en maður tveitti eina bensinbumbu móti mótmælisfólkum, sum stuðlaðu Ísrael. 12 fólk vórðu særd.

Brotsmaðurin var egyptari, sum var í USA ólógliga. Hansara ferðafólkavisum og arbeiðsloyvi var nevniliga útgingið. Egyptaland er tó ikki millum londini, sum eru rakt av innferðarbanninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder