Innanlands

Myndir: Rúkandi ósamdir og spentir politikkarar í stúgvandi fulla Reinsarínum

Tað merkist av álvara, at valini nærkast í stórum. Sí myndir frá valfundinum hjá Frihedsbrevet í kvøld

Karlot Hergeirsson var ein av teimum mongu, ið gjørdist heitur, tá kjakið um fosturtøku var á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

Karlot Hergeirsson var ein av teimum mongu, ið gjørdist heitur, tá kjakið um fosturtøku var á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-21 23:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm samdøgur áðrennn valhølini lata aftur í sambandi við løgtingsvalið, og bert trý samdøgur undan somu valhøli lata aftur í sambandi við fólkatingsvalið, byrjaði stórur valfundur í Reinsarínum.

Frihedsbrevet skipaði fyri, og fleiri hundrað fólk møttu: Tað var fullsett og nakað meira enn tað.

- Tað er nakað serstakt í luftuni og í einum slíkum rúmi, tá val nærkast, staðfesti Barbara Holm fyri Portalinum aftaná.

Sí eisini: - Nógvir ókendir faktorarar áðrenn valvikuna (Video)

Hon og Jan Lamhauge stýrdu hvør sínum umfari - ávikavist um fosturtøku og búskap. Tvey umboð frá hvørjum flokki vóru á pallinum, og nógvir aðrir politikkarar sóust eisini.

Kjakið um búskapin koyrdi fínt, men tað hitnaði av álvara, tá fosturtøka skuldi viðgerast, og vóru nógvir spurningar úr salinum. Fólk gjørdust sanniliga eisini heit.

Valstríðið fer skjótt inn í endaspurtin. Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í Reinsarínum í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder