Í morgin verður boðað frá nógvum vindi, og í hesum sambandi hevur verið heitt á fólk um tryggja leysar lutir og annað uttanfyri, m.a. valplakatirnar, sum eru at síggja kring landið í hesum døgum.
Les eisini: Løgreglan: Tryggið leysar lutir og ruddið órudd
Í innslagi í Degi og viku í gjár mælti Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur valevnum til at taka valplakatir niður, áðrenn illveðrið rakar.
– Tað er kanska lættari at taka tær niður og hanga tær upp aftur mánadagin enn at fara og leita eftir stumpum, segði hann.
Og onkur valevni eru farin í gongd við at taka plakatir niður, m.a. Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður og valevni fyri Tjóðveldi.
Hann skrivar soleiðis á Facebook:
Spurningurin er so, um niðurtiknu plakatirnar koma uppaftur mánadagin. Fólkatingsval er longu týsdagin, og løgtingsval er hósdagin, so í komandi viku skulu allar plakatirnar kortini takast niður aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald