2026-03-21 18:47
Ringa veðrið sum er fráboðað at vera serliga í nátt og í morgin ávirkar longu nú flogferðsluna.
Kvøldarflogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 19:50 er avlýst, og kemur seinnapartin í morgin í staðin.
Hjá Strandferðsluni eru eisini avlýsingar. Í morgin er eingin sigling á suðuroyarleiðini og heldur ikki millum Gamlarætt og Hest og Sand og Skúvoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald