Uttanlands

Noreg: 100 hús brend í grund

Eldur herjar í Krokstadelva í Drammen kommunu. Tamarhald er ikki á eldinum, sum kyknaði í raðhúsi og síðani hevur breitt seg til onnur hús

(Mynd: Thomas Fure/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Thomas Fure/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-07-17 21:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tamarhald er ikki á stóreldi, sum hevur breitt seg í norska býnum Krokstadelva, sum liggur í Drammen kommunu.

Sambært norskum miðlum eru fleiri enn 100 hús eru brend í grund.

Eldurin kyknar í fleiri støðum. Tað er ikki tamarhald á eldinum, og tað fer tað ikki at vera í fleiri tímar. Helst ikki fyrr enn í morgin tíðliga, sigur løgreglan við VG.

Fleiri hundrað fólk eru flutt burtur frá økinum, og flogbann er sett í gildi í økinum, tí seks tyrlur eru við í sløkkiarbeiðinum.

Higartil er ein borgari koyrdur á skaðastovuna við roykskaða. Ein sløkkiliðsmaður hevur fingið lítlan skaða.

Sambært løgregluni byrjaði eldurin í einum raðhúsum seinnapartin og hevur síðan breitt seg út til onnur hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder