Seinnapartin í dag, mikudagin 24. juni, varð eitt skip lagt afturat føroyska flotanum.
Talan er um tað fyrsta skipið av fýra systurskipum, sum Navigare Shipping letur byggja.
Tað hevur fingið navnið MV Hav Leiti. Navigare Shipping kunnar um, at skipið er munandi størri enn tey skip, sum reiðaríið hevur í flotanum í dag: Tað er 89,98 metrar langt, 15,45 metrar breitt og hevur eitt bruttotonsatal á 3.984 BT.
MV Hav leiti skal eisini vera umhvørvisvinarligt:
- Skipið er eitt sonevnt General Cargo-skip, og stórur dentur er lagdur á umhvørvisvinarligar loysnir, grøna orkunýtslu og at minka um útlátið. Maskinaríið er diesel-elektriskt, og skipið verður rikið við fýra el-motorum. Eisini er gravimaskinan á dekkinum el-rikin, sum er við til at minka um bæði orkunýtslu og útlát.
Hini trý systurskipini verða eftir ætlan latin og sett í flotan í 2026 og 2027.
Umboð fyri Navigare, við familju og øðrum, vóru til staðar í dag. Sí nakrar myndir niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald