Skúlablaðið: Hvat gera vit við vitlíki í próvtøkuhøpi? Skulu allar skrivligar próvtøkur hugsast av nýggjum, ella skal vitlíki útihýsast frá próvtøkum? Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar fyri Skúlablaðið
Hetta eru viðkomandi at spyrja, nú próvtøkur fólkaskúlans stutt síðani eru farnar afturum. Vitlíkið otar seg meira og meira inn í næstan øll lívsins viðurskifti, og tað er sjálvandi eisini galdandi fyri próvtøkurnar í fólkaskúlanum. Kanska serliga tær skrivligu próvtøkurnar.
Hugsa vit bara eini 3-4 ár aftur í tíðina, er tað næstan óhugnaligt, hvussu nógv er hent á tí tøkniliga økinum, sum hevur við vitlíki at gera, og ferðin hevur verið øgilig. Frá tí at vitlíkistøknin av álvara tók dik á seg og fram til dagin í dag, er hent ótrúliga nógv, og tað er trupult hjá teimum flestu at fylgja við.
Í dag má bara staðfestast, at vitlíki er ein partur av gerandisdegnum, um okkum dámar tað ella ikki. Vitlíki er komið buldrandi við fullari ferð inn í skúlan og er komið fyri at vera, so spurningurin er, hvat best er at gera.
Vitlíkið rakar fleiri øki í fólkaskúlanum. Eitt av teimum er skrivligar próvtøkur.
. Nógvar truplar støður og ivamál kunnu stinga seg upp í sambandi við skrivligu próvtøkurnar og vitlíki. Skrivligu uppgávurnar skulu sjálvandi rættast og metast. Um næmingarnir hava havt atgongd til amboð og forrit, sum partvíst ella fullkomiliga skriva fyri teir, gevur tað lítla meining hjá lærarum at meta skrivliga avrikið. Og tað kann heldur ikki vera meiningin, at lærarar knappliga skulu vera detektivar og royna at finna fram til, hvør nú hevur skrivað avrikið.
Í slíkum førum er so at siga ómøguligt at prógva, hvør hevur skrivað, næmingur ella vitlíki. Og yvirhøvur er tað rættiliga ivasamt, um tað er skilagott, at nógv tíð skal verða brúkt til tílíkt arbeiði. Hendan tíð kundi verið brúkt til so ómetaliga nógv annað gott í skúlanum.
Í fólkaskúlanum mugu vera púra greiðir karmar og greiðar mannagongdir, tá ið tað snýr seg um tann tøkniliga partin viðvíkjandi próvtøkum. Er ætlanin, at næmingar bara skulu hava atgongd til nøkur heilt fá amboð, t.d. Sprotan, má skipast soleiðis fyri, at tað er tað og einki annað. Tað má bara rigga, sjálvt um tøknin kanska ikki altíð er so løtt at stýra.
Tá ið lærarar rætta og meta skrivlig próvtøkuavrik, skal tað ikki vera eitt ivamál, um tað nú er næmingurin ella vitlíki, sum hevur skrivað. Vit mugu hava skipanir, sum tryggja tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald