Tanya Joensen avloysir Hergeir Staksberg í nevndini hjá Starvsfelagnum

Tanya er næstvaldur tiltakslimur og tekur sæti, meðan Ann S. Poulsen, fyrstvaldur tiltakslimur, er í barnsburðarfarloyvi.

Tanya Joensen (Mynd: starvsfelag.fo)

Tanya Joensen (Mynd: starvsfelag.fo)

2026-06-23 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein broyting er farin fram í nevndini hjá Starvsfelagnum.

Hetta skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Tað er Hergeir Staksberg, sum hevur boðað frá, at hann fer úr nevndini hjá Starvsfelagnum.

Í hansara stað tekur Tanya Joensen sæti í nevndini.

Dagliga starvast Tanya í svimjihylinum í Runavík. Hon er næstvaldur tiltakslimur og tekur sæti, meðan Ann S. Poulsen, fyrstvaldur tiltakslimur, er í barnsburðarfarloyvi.

- Sambært § 8, stk. 10 í viðtøkum felagsins tekur tiltakslimur sæti í nevndini, tá ið nevndarlimur fer frá í ótíð. Tanya situr í nevndini, inntil Ann S. Poulsen tekur við sessinum, ella til valskeiðið endar á aðalfundinum í 2028, skrivar starvsfelag.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder