
Í Klaksvík eru tey í hesum døgum í holt við at gera klárt til stóra tiltakið í býnum. Føroya størsta festival.
Summar Festivalurin fer av bakkastokki hósdagin, og longu leygardagin byrjaðu fólk frá Team Klaksvík at seta stóra tjaldið upp.
Tá vit vóru framvið við myndatólinum tíðliga í kvøld, varð baksast inni í tjaldinum at fáa pallin upp.
Á økinum við Torgið vóru fólk í gongd við at seta smærri tjøld upp, og á Vágsbøi varð rokast við at seta stóra pall upp. Pallurin kom til Klaksvíkar í dag. Mitt á bønum vóru menn í gongd við at gera klárt til ljóðtjaldið.
Summar Festivalurin verður hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Nik & Jay er stóra útlendska navnið hósdagin, fríggjadagin verður tað UB40, og leygardagin DJ Ötzi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald