Uttanlands

Putin sinnaður at hitta Zelenskyj og Witkoff

Russiski forsetin er sinnaður at hitta ukrainska forsetan og serliga sendifólkið, sum USA sendir til Moskva seinni í vikuni

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

2025-08-04 17:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, at russiski forsetin, Vladimir Putin er sinnaður at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Hetta kann verða møguligt, tá fundir á "serfrøðingastøði" hava verið, sigur hann sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Putin er eisini til reiðar at hitta Steve Witkoff, serligt sendifólk hjá USA, sum sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump fer til Moskva at hitta umboð fyri Russland seinni í vikuni.

Les eisini: Amerikanskt sendifólk fer til Moskva

– Vit eru altíð fegin um at síggja Witkoff í Moskva og eru altíð fegin um at samskifta. Hetta samskiftið er umráðandi, sigur Peskov sambært ABC News.

Peskov leggur afturat, at samskiftið við USA heldur fram, og at Russland framvegis ynskir eina diplomatiska loysn uppá støðuna í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder