Vit skriva jólakort-átakið fyri øll børn í fólkaskúlaaldri fer nú av bakkastokki aftur. Í dag varð átakið sett í bókasavninum í Skúlanum á Argjahamri, og 5.b var fyrsti flokkurin at skriva jólakort. Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, var eisini við og heilsaði upp á næmingarnar.
Vit skriva jólakort-átakið snýr seg um at geva øllum skúlabørnum í Føroyum høvi at skriva og senda ókeypis jólakort til sínu kæru. Átakið byrjaði í fjør, og fekk sera góða undirtøku – bæði frá næmingum, lærarum og foreldrum og ikki minst frá teimum, sum fingu eina hondskrivaða jólaheilsan í postkassan. Gleðin var stór, og tí verður átakið endurtikið í ár.
At allir skúlanæmingar í einum landi fáa tvey jólakort og ókeypis frímerki fyri at menna skriviførleika umframt empati og umsorgan fyri familju, man vera heimsmet.
Verkætlanin Føroyar Lesa, partur av Námi, hevur í nógv ár skapt lesigleði og bygt upp eina sterka lesimentan:
- Vit sóu, hvussu nógv børnini hugnaðu sær, og hvussu nógva gleði eitt hondskrivað kort kann skapa. Tað var hugtakandi at síggja týdningin av at steðga á og skriva nøkur orð til tey, ein hugsar um. Tí er ‘Vit skriva jólakort’ eitt framúr átak, og vit fegnast um, at Posta aftur í ár stuðlar tiltakinum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag við Skúlablaðið á netinum.
Føroysk jólakort í Føroyum
Øll børn úr forskúla til 10. flokk fáa aftur í ár møguleika at skriva og senda tvey jólakort hvør. Hetta arbeiðið styrkir bæði málfatan og skrivievni, og stuðlar sostatt væl undir undirvísingini.
- At skriva og senda eitt jólakort er nakað serligt – nakað við dýpd og nærleika, sum hvørki teldupostar ella sosialir miðlar kunnu taka yvir, sigur Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar Lesa.
Vit skriva jólakort er eitt felags átak hjá Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag og Posta. Jóhan Mortensen eigur góða hugskotið. Lena Nicolajsen hevur teknað vakra jólakortið, sum verður sent skúlunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald