2025-11-17 20:58
Í kvøld hevur norðurlendska matstovuguide’in White Guide, býtt út ársins donsku virðislønir.
Og her hendi tað, at Karin Visth, sum er vertur og víntænari á matstovunum Ræst og Barbara, og eisini hevur ein leiðandi leiklut á Roks og Áarstovu varð kosin besta heiður innan hennara yrki sum vertur, ella tann, sum bjóðar gestunum vælkomnum innar í matstovurnar, nevniliga Ársins Jan Restorff.
Heiðurslønin er uppkallað eftir føroyinginum Jan Restorff, legendariski verturin á Søllerød Kro, sum doyði fyrr í ár.
(Mynd: White Guide Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald