Alt gongur sum eftir ánni á Fløtum, har Føroya størsti fólkaskúli tekur skap. Seinnapartin var samkoma inni í bygninginum, sum eftir ætlan verður liðugur um mánaðarskiftið juni/juli 2020.
Skúlin á Fløtum er nú innilokaður, og í hesum sambandi var ein hátíðarløta seinnapartin. Annika Olsen, borgarstjóri, flutti fram røðu, sum sæst niðanfyri.
--- o ---
Nú Skúlin á Fløtum er innilokaður, eru vit komin enn eitt týðandi stig nærri fyrsta skúladegi. Fyri einum góðum ári síðani varð bygningurin reistur, og nú hátíðarhalda vit innilokanina. Og her er veruliga nógv at hátíðarhalda.
Arbeiðið gongur væl. Og gongur alt sum ætlað, er allur bygningurin innilokaður á heysti í ár, og so fer skúlin at standa liðugur, tá ið summarfrítíðin byrjar í 2020. Og tað merkir so, at eftir summarsteðgin komandi ár verður skúlin tikin í nýtslu.
Jú, vit nærkast av sonnum tí degi, tá ið 850 næmingar og oman fyri 100 starvsfólk fara at savnast her hvønn gerandisdag at fáa frálæru og læra onnur. Øll bíða tey spent eftir nýggja skúlanum.
Tekjan og stoypiarbeiðið er næstan liðugt. Framsíðurnar verða settar upp og eru komnar væl áleiðis í teimum vestastu bygningunum. Arbeitt verður eisini við at leggja papp á stóru tekjuna.
Og innan verður eisini arbeitt dúgliga. Stórur partur av gólvum, innveggum, hvs og el-arbeiðinum er gjørt.
Økið norðan fyri skúlan er næstan liðugt, og ætlanin er, at næmingar hjálpa til at planta longu nú í vár. Soleiðis eru næmingarnir við til at gróðurseta lív og trivnað, sum fer at festa røtur her á Fløtum komandi nógvu árini.
Vegurin sunnan fyri skúlan, Hans Andriasargøta, verður gjørdur liðugur í komandi ár, og tá verður atkoman frá Marknagilsvegnum eisini liðug.
Í løtuni verður seinasta hond løgd á at fáa fjarhitaleiðingarnar lidnar, soleiðis at fjarhitin kann bindast í skúlaheimið, sum veitir fyribils orku.
Soleiðis verða allir teir mongu lutirnir í hesi stóru verkætlan lagdir saman í løtuni. Nógv er at gera og at taka støðu til hjá tykkum, sum arbeiða við verkætlanini. Sum borgarstjóri kann eg bara fegnast um, at tit hvønn dag við dygd og trygd í hásæti byggja henda skúla, sum verður eitt fyridømi fyri aðrar skúlar í landi okkara.
Hesar fyritøkur gera skúla til veruleika: Articon/Búsetur Í/F, ráðgevarasamtakið Eind við SNJ og LBF og arkitektastovunum ZETA, SNA/Árni Winter og Brim, og so høvuðsundirveitarar Install og Maria Poulsen.
Fari at ynskja tykkum øllum, sum eru knýtt at hesi søguligu verkætlan, hepna hond, blíðan byr og góðan arbeiðshug, nú skúlin tekur skap við jøvnum tøkum, og nú tað av álvara styttist, til tit errin kunnu lata Tórshavnar kommunu skúlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald