Nú ber til at hoyra royndar føroyskar sjónleikarar lesa skaldsøguna ”Móðir Sjeystjørna” hjá William Heinesen í somu húsum, sum fremsti rithøvundur Føroya varð føddur.
Sjey hóskvøld í februar og mai fara sjónleikarar at lesa á loftinum í bygninginum í Bringsnagøtu, sum nú hýsir matstovuni Katrina Christiansen.
Fyrsti upplesturin verður leygardagin 1. februar í sambandi við tiltakið Vetrarljós, sum verður hildið í høvuðsstaðnum. Síðani verður hildið fram hvørt hóskvøld fram til og við grækarismessu, 12. mars.
Talan er um eina framhaldssøgu, sum verður lisin upp live. Møguleiki er at ogna sær atgongumerki til øll lestrarkvøldini, ella rinda fyri hvørt einstakt.
Tey, ið lesa eru Gunnvá Zachariasen (1. februar), Ria Tórgarð (6. februar), Búi Dam (13. februar), Páll Danielsen (20. februar), Marita Dalsgaard (27. februar), Annfinnur Heinesen (5. mars) og Jensina Olsen og Gunnvá Zachariasen (12. mars).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald