Mentan

Slaktið á Vaglinum byrjað

Eitt nú sleppa børnini at uppliva, hvussu kjøtið fer frá djóri til tallerk. Slaktið er frá klokkan 11 til 16

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-09-13 11:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag er árliga tiltakið "Slaktið" á Vaglinum í Havn. Her hava fólk møguleika at síggja hvar vælsmakkandi rætturin á døgurðatallerkinum kemur frá.

Talan er um eitt familjutiltak, og kokkar gera mat sum øll sleppa at smakka ókeypis.

Djór verða flett á staðnum við tí endamáli, at børnini síggja og læra, at maturin ikki veksur í kølidiskinum hjá Bónus.

- Vit vilja geva bæði børnum og vaksnum eina uppliving, sum tey taka við sær víðari – eitt sindur av vitan, eitt sindur av takksemi og eina góða smaksuppliving. Tað kann jú vera, at hetta verður byrjanin til okkara komandi Michelinkokkar,” siga fyriskipararnir.

Tiltakið er frá klokkan 11 til 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder