
Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, heitir nú á Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, um at taka upp samráðingar við Smyril Line, um at fáa Norrønu at hjálpa til á Suðuroyarleiðini. Hetta meðan Galaxy røkir siglingina.
Nógvir trupulleikar hava staðist av avloysaraskipinum hjá Strandferðsluni, meðan Smyril er í dokk. Fleiri avlýsingar hava verið, og sambært tingmanninum hevur hetta ógvusligar avleiðingar fyri fólk og vinnu í Suðuroy.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Fyrr hevur Norrøna loyst av, tá Smyril hevur verið til klassing, og tað hevði hjálpt munandi um Norrøna sigldi á Vág á veg til Hirtshals og aftur á Vág, tá Norrøna kemur úr Hirtshals. Tað er vert at leggja aftrat, at Norrøna longu frammanundan flytur nógvan fisk av landinum, sum kemur úr Suðuroynni, sigur Henrik Old.
Sum tað sær út, so er ferðaætlanini rúmligari nú Norrøna hevur broytt ferðaætlan frá 7. september, og tað átti at verið betri møguleikar at gera tillagingar. Tí kundi kanska eisini borið til at gjørt ein eyka túr í Suðuroynna í leypi av vikuni, helst í vikuskiftinum, skrivar tingmaðurin í áheitanini til Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald