Innanlands

Reka grind á Fuglafjørð

Boðað er frá grind í Djúpunum, og hon verður mett til einar 60-70 hvalir

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2025-09-13 16:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindaboð eru norðanfyri. Seinnapartin komu boð um grind í Djúpunum og ætlanin er at reka hana á Fuglafjørð.

Sýlumaðurin hevur lýst grindaøki fyri Fuglafjørð. Tað merkir, at allir óviðkomandi bátar, óviðkomandi skip, flogfør, tyrlur, dronur og óviðkomandi fólk skulu halda seg ein fjórðing burtur.

Grindin verður mett til einar 60-70 hvalir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder