Innanlands

Soleiðis benda vit navnið "Við Tjarnir"

Málráðið kemur nú við vegleiðing um, hvussu navnið á høllini í Hoyvíkshaganum, við Tjarnir, skal bendast

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-20 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kemur nevniliga meira enn so fyri, at navnið "Við Tjarnir" verður bent skeivt í miðlunum og í lýsingum. Íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti spælir við Tjarnir leygardagin. Tær benda í føllum eins og vit føroyingar.

Latið okkum ómaka okkum og benda navnið á høllini rætt, er áheitanin frá Málráðnum.

Soleiðis umtala vit høllina:

– Vit eru við Tjarnir

– Vit fara frá Tjarnum (ella Tjørnum)

– Vit fara til Tjarnir (ella Tjarna)

– Samansett orð: Tjarna-

Gevið gætur, at fyrisetingin ‘við’ verður einans skrivað við stórum, tá ið tað stendur einsamalt sum navn (Høllin eitur “Við Tjarnir”), men ikki í setningum (Vit eru við Tjarnir).


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder