Uttanlands

Russiskt skip órógvaði bretskar flogskiparar við lasara

Bretski verjumálaráðharrin ávarar Putin eftir at russiskt ‘njósnaraskip’ nærkaðist bretskum sjógvi í vikuni

Russiska 'njósnaraskipið' Yantar hevur fyrr verið í bretskum sjógvi. Myndin er frá januar (Mynd: Royal Navy)

Russiska 'njósnaraskipið' Yantar hevur fyrr verið í bretskum sjógvi. Myndin er frá januar (Mynd: Royal Navy)

2025-11-20 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt russiskt skip, sum var á veg inn í bretskt sjóøki, brúkti lasara til at órógvar eitt bretskt hernaðarflogfar. Herum greiddi bretski verjumálaráðharrin, John Healey, frá á tíðindafundi í gjár.

Russiska skipið var statt norðan fyri Skotland, tá tað var á veg inn í bretsktan sjógv. Av tí at hetta varð aðru ferð innan stutta tíð, at skipið vísti henda atburð, fór ein fregatt frá Royal Navy og eitt Poseidan P-8 hernaðarfogfar hjá RAF til økið at fylgja skipinum, tá flogskipararnir vórðu órógvaðir av einum lasara frá skipinum.

John Healey himprast ikki við at kalla skipið fyri eitt njósnaraskip, og hendingina fyri ‘sera vandamikla’.

[object Object]John Healy, bretskur verjumálaráðharri (Mynd: EPA)

Bretski ráðharrin vendi sær á tíðindafundinum eisini beinleiðis til russiska forsetan, Vladimir Putin, við einum boðum.

- Vit síggja teg, og vita hvat tú gert. Og um skipið heldur fram suðureftir, so eru vit til reiðar.

Russiska sendistovan í London hevur sent út eina fráboðan, har sagt verður, at tey ‘ikki eru áhugað í bretskum undirsjóvarsamskifti’.

- Okkara atgerðir venda sær ikki móti bretskum áhugamálum, og hava ikki til endamáls at undirgrava trygdina í landinum, verður sagt í fráboðanini frá russisku sendistovuni.

Sambært BBC var talan um russiska rannsóknarskipið Yantar, sum í bretskum miðlum verður sagt at vera eitt njósnaraskip, ella eitt skip, sum savnar inn upplýsingar. 

John Healy greiddi á tíðindafundinum frá, at skipið, sum varð sett í tænastu í 2015, er partur av russiska granskingarstovninum GUGI, sum kannar havdýpi, men at skipið eisini er ætlað at brúkast til sabotasju í ófriðartíð.

Upptøka frá tíðindafundinum sæst herundir

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder