Nú kavin er komin er ein afturvendandi trupulleiki hjá løgregluni, at boðað verður frá børnum og ungum, ið kasta við kavabløkum eftir bilum.
Hetta kann virka sum ein lítil trupulleiki, men tað kann eisini fáa álvarsligari fylgjur.
Í gjárkvøldið um hálvgun tíggju tíðina hendi tað, at forrúturin á einum bili, sum koyrdi í Leirvík fór í knús. Tað hendi eingin fólkaskaði av hendingini, tí bilførarin náddi at støðga bilinum áðrenn nakað hendi. Men inni í bilinum var eitt pinkubarn, so sjálvandi fóru tankarnir í gongd.
Fleiri ung vórðu sædd renna frá staðnum eftir hendingina, men løgreglan hevur ikki funnið fram til nakran av teimum, og tí er ongin skuldsettur fyri hendingina, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni, sum hevur eina áheitan á fólk um at hugsa seg væl um áðrenn funnið verður upp á slíkar beistagerðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald