Mentan

Stutthol letur nú upp í Nólsoy

Avloysarin fyri Maggies letur upp í næstu viku. Stór móttøka var leygardagin og nú skulu síðstu loyvini og snøklarnir fáast uppá pláss

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2026-08-02 15:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur dagur í Nólsoy í gjár. Ein rúgva av fólki var til móttøku av nýggju kafé og barrini í oynni.

Talan er um eini eldri hús sum eru umbygt til nýggja virksemið og í næstu viku verður klárt at lata upp alment.

Tað eru hjúnini Anja Hartmann Wardum og Óli Svein Lutherusson sum saman við Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett og Nicolaj Falck, sum eiga Stutthol, sum nýggja staðið eitur.

Húsið Stutthol hevur eina drúgva søgu. Í stuttum kann sigast at oldurabbi stigtakararnar Nicolaj Falck og Óla Svein Lutherusson, bygdi húsini til systir sína umleið 1890.

Húsið liggur sera væl fyri, mitt í bygdini og lætt atkomuligt verður hjá øllum. 

Nikolaj Falck sigur við útvarpið, at latið verður upp í næstu viku tá væntandi øll loyvi eru komin uppá pláss og tey hava vant seg við nýggju umstøðurnar.

Síðani Maggies læt aftur í fjør hevur einki tílíkt stað verið í oynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder