Meðan mong fólk ganga við vónum um eini hvít jól, so mugu borgararnir og fólk, sum vitja vælumtókta italska ferðamannabýin Venesia rokna við einum vátum jólum í ár.
Høg flóð órógvar enn einaferð gerandislívið í býnum. Í gjár var vatnstøðan 144 sentimetrar oman fyri vanliga vatnstøðu, og tað merkir, at 60 prosent av søguliga miðbýnum liggur undir í sjógvi.
Vatnstøða yvir 140 sentimetrar plagdi at vera óvanligt, men so er ikki í ár, skrivar AFP-tíðindastovan.
Tað er bert seks vikur síðan, at stórur partur av miðbýnum í Venesia á sama hátt lá undir í sjógvi. Tað varð kallað ringasta flóðin í yvir 50 ár.
Slíkar flóðir raka býin ógvusliga. Ikki bert er talan um skaðar fyri fleiri milliónir evrur, men tað rakar eisini á peningapungin hjá býnum, at ferðafólkini ikki streyma til í sama tali, sum vanligt.
Sambært The Guardian er talið bíleggingum til hotellini í býnum fallið við 45 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald