Uttanlands

Vát jól í Venesia

Enn einaferð herjar vatnflóð í væl umtókta italska ferðafólkabýnum

Jólamaður í klovstyvlum á søguliga Markusplássinum í Venesia (Mynd: EPA)

Jólamaður í klovstyvlum á søguliga Markusplássinum í Venesia (Mynd: EPA)

2019-12-24 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan mong fólk ganga við vónum um eini hvít jól, so mugu borgararnir og fólk, sum vitja vælumtókta italska ferðamannabýin Venesia rokna við einum vátum jólum í ár.

Høg flóð órógvar enn einaferð gerandislívið í býnum. Í gjár var vatnstøðan 144 sentimetrar oman fyri vanliga vatnstøðu, og tað merkir, at 60 prosent av søguliga miðbýnum liggur undir í sjógvi.

Vatnstøða yvir 140 sentimetrar plagdi at vera óvanligt, men so er ikki í ár, skrivar AFP-tíðindastovan.

Tað er bert seks vikur síðan, at stórur partur av miðbýnum í Venesia á sama hátt lá undir í sjógvi. Tað varð kallað ringasta flóðin í yvir 50 ár.

Slíkar flóðir raka býin ógvusliga. Ikki bert er talan um skaðar fyri fleiri milliónir evrur, men tað rakar eisini á peningapungin hjá býnum, at ferðafólkini ikki streyma til í sama tali, sum vanligt.

Sambært The Guardian er talið bíleggingum til hotellini í býnum fallið við 45 prosentum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder