
Føroya Landsstýri og danska stjórnin skrivaðu í juni 2022 undir felags ætlanarskriv um at byggja eitt fongsul í Føroyum, sum leingi hevur verið eitt føroyskt ynski. Og Venstre fer sjálvsagt at stuðla uppskotinum og tískil stuðla byggingini av einum nýggjum og tíðarhóskandi fongsli í Føroyum.
Hetta varð gjørt greitt á fundinum, ið júst er hildin millum Sambandsflokkin og Thomas Danielsen, tingbólkaformanni hjá Venstre, sum er á vitjan í Føroyum, sum gestur hjá Sambandsflokkinum.
Núverandi umstøður í arresthúsinum í Mjørkadali liva als ikki upp til tey krøv, sum verða stillað til modernað fongsul í dag. Hetta er galdandi fyri fysisku karmarnar og ikki minst fyri staðsetingina av arresthúsinum.
Til donsku fíggjarlógarsamráðingarnar í 2021 fór Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, til samráðingarnar við ynskinum um, at 1,5 mió. kr. skuldu setast av til at gera eina kanning av umstøðunum í Mjørkadali. Kanningin bleiv gjørd av føroyskum og donskum embætisfólki í 2021, og niðurstøðan var greið: tann besta loysnin var at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum. Kanningin kann lesast her.
Venstre og Sambandsflokkurin hava altíð havt eitt gott samstarv um at menna ríkisfelagsskapin, og tí er eingin ivi um, at Venstre eisini stuðlar byggingini av einum nýggjum fongsli í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald