![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Um val var í dag, hevði samgongan mist 7,5 prosentstig av atkvøðunum í mun til valið í fjør. Tað vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, og sum blaðið hevur kunngjørt í dag.
Sambært kanningini er tað Fólkaflokkurin sum gongur mest aftur, frá 24,5 prosentum á valinum í fjør niður á 19,4 prosent samvært kanningini.
Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin, og hevði farið úr 22,2 prosentum á valinum í fjør upp í 28,7 prosent um val var í dag.
Býtið í prosentum
Fólkaflokkurin 19,4 prosent (24,5 prosent LV 19’)
Sambandsflokkurin 18,8 prosent (20,3 prosent LV 19’)
Javnaðarflokkurin 28,7 prosent (22,2 prosent LV 19’)
Sjálvstýri 4,1 prosent (3,4 prosent LV 19’)
Tjóðveldi 17,7 prosent (18,1 prosent LV 19’)
Miðflokkurin 4,5 prosent (5,4 prosent LV 19’)
Framsókn 4,8 prosent (4,6 prosent LV 19’)
Kanningin er gjørd frá 30 august til 16. september.
Meira um kanningina á heimasíðuni hjá Dimmalætting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald