placeholder
Mentan

Gamalt gull: Legurnar í Nesvík frá 1990’unum

Trúboðin sóknast eftir nøvnum og upplýsingum um myndirnar. 30 ár eru síðani fyrstu legurnar vóru í Nesvík

(Mynd: Trúboðin)

(Mynd: Trúboðin)

2022-07-19 20:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í ár eru 30 ár síðani fyrstu summarlegurnar vórðu hildnar í Nesvík. Trúboðin hevur tí spolað langt aftur í tíðina eftir “Memory Lane” og hava funnið eina røð av áhugaverdum myndum fram.

- Vit halda, myndirnar eru frá 90’unum, men tíverri hava vit ikki aðrar upplýsingar um myndirnar enn, at tær eru komnar undan kavi í einum bjálva, merktur “Legur”, og hesin bjálvi var í einum kassa, ið skuldu umfata myndir, tiknar fram til 1998, sigur Trúboðin.

- Vit hava sostatt tørv á onkrum, ið kann hjálpa okkum at dagfesta myndirnar meira neyvt. Vit leggja somuleiðis eisini myndirnar upp á Facebook og vóna, tú kanst siga okkum alt, tú veitst at siga um myndirnar í viðmerkingarteiginum har, sigur Trúboðin.

Síggj myndir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder