Tá sætti og síðsti parturin í áttanda umfari av Game of Thrones verður tøkur klokkan 02 í nátt føroyska tíð, er hetta tað síðsta vit síggja til Game of Thrones.
Nú fáa vit at síggja hvør vinnur spælið um jarntrúnuna. Í partinum í síðstu viku endaði Daenerys við at drepa alt og øll í King’s Landing við sínum dreka. Nakað sum kom óvæntað á tey flestu, sum fylgja við sendirøðini.
Í einum brellbita av partinum, sum gerst tøkur í nátt, síggja vit Daenerys líta yvir leivdirnar av býnum, hon hevur uppkolað. Eisini síggja vit Arya, sum yvirlivdi í oyðanini av býnum.
Seinasti partur av heimsins best umtóktu sendirøð verður tøkur á HBO Nordic klokkan 2 í nátt føroyska tíð, og altjóða miðlar skriva, at parturin verður um 80 minuttir til longdar.
Portalurin hevur seinastu vikurnar havt ummæli av øllum pørtunum. Les ummælini niðanfyri.
Ummæli av Game of Thrones:
Rannvá Dam í Baianstovu
Partur 5: Ein partur, sum fer at sita eftir í minninum
Partur 4: Game of Thrones - hesaferð við Starbucksbikari
Partur 3: Missa nógv av teimum, vit eru farin at elska
Partur 2: - Helst bíligasti partur í hesari sesongini
Partur 1: - Game of Thrones leggur ikki hart út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald