
Filmsupptøkan hjá Jógvani í Løðuni um gomul eiðisfólk verður víst í Kolshøll í næstu viku, týsdagin 13. februar.
Hetta skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu sínari.
Talan er um eina endursýning, tí hetta varð eisini víst á Heystfagnaðinum í fjør, umframt í november 2023.
Hetta kann vera gott og umráðandi at síggja hjá millum annað yngra ættarliðnum, og tí verður høvi at síggja upptøkurnar aftur, vísir eidi.fo á:
- Upptøkurnar vera sýndar, soleiðis at yngra ættarliðið fær høvi at spyrja og at vita meir um undanfarin gomul fólk, sum eru við á upptøkuni, t.d. langommur og langabbar og onnur.
Fyrsta upptøkan hjá Jógvani í Løðuni er frá mai 1964. Sýningin týsdagin byrjar klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald