
Tvey fólk eru deyð í Føroyum eftir at hava verið koppsett móti korona. Tað skrivaði Blaðið Vikuskifti leygardagin.
Annar deyðstilburðurin hendi 14 dagar eftir koppseting og hin millum eitt og tvey samdøgur eftir koppsseting
Rættarlæknalig líkknanning er gjørd í báðum førunum, men kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tí ber ikki til at gera nakra niðurstøðu um koppsetingin hevur verið viðvirkandi orsøk til, at persónurin doyði, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Blaðið Vikuskifti.
Við Dag og viku í gjár segði landslæknin, at tað kunnu ganga fleiri vikur áðrenn endaliga svarið er griett, men at fólk einki hava at óttast.
- Í fyrstu úrslitunum í sambandi við líkknanningina, er einki sum bendir á, at tað er koppingarevni, sum er orsøkin til deyðstilburðin, sigur Lars Fodgaard Møller við Kringvarpið.
- Sum vit síggja tað, er eingin orsøk at vera stúrin fyri koppsetingini, sigur hann, og leggur afturat, at fáar fráboðanir um hjáárin av koppsetingum hava verið í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald