Innanlands

Gásadalsfólk mótmæla Sørvágs kommunu

Jóhan Dávur Joensen, bóndi í Gásadali, sigur at kommunan ikki virðir fólkini, sum búgva í bygdini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-19 17:49 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Hósdagin 14. mars legði Sørvágs kommuna ætlanir um Gásadal á netið. Serlig byggisamtykt er gjørd, soleiðis at økir í Gásadali eru skrásett til ymisk endamál. Eitt nú er staðfest, hvar nýggj sethús skulu gerast og hvar gongugøta skal verða. Málið liggur til hoyringar nú, og freistin at senda hoyringsskriv er 25. apríl. 

Í byggisamtyktini fyri bygdina stendur, at "Skipanin er ein yvirlitsskipan, ið sigur frá eini ætlan, sum er góðkend av bygdafólkinum og gevur eina ábending um leið og vegir, og hvussu teir einstøku økispartarnir verða skipaðir." 

Men tað er eftir øllum at døma ikki rætt, at bygdafólki hevur góðkent skipanina, sum verður lýst í byggisamtyktini. Portalurin hevur tosað við Jóhan Dávur Joensen, sum eigur garðin Tøðugarður í Gásadali, og hann heldur lítið um ætlanina. 

- Her eru fleiri viðuskifti, sum okkum ikki dámar, skrivar Jóhan Dávur Joensen, sum eitt nú greiðir frá, at gøta skal gerast, sum liggur ígjøgnum veltir. Gøtan liggur eitt nú ígjøgnum kálgarðin hjá Jóhani Dávur Joensen sjálvum. 

- Tað verður bara smekka á kortið, uttan at man gevur sær fær um, hvørjar avleiðingar tað hevur, sigur Jóhan Dávur Joensen. 

Men eins og Jóhan Dávur Joensen eisini hevur skrivað á Facebook, sigur hann eisini at sethúsini, sum helst verða til summarhús, fara at liggja í besta lendinum í bygdini. 

[object Object]Soleiðis sær ætlanin hjá kommununi út (Savnsmynd) 

- Talan er um fyrndarjørð, sum er serliga fruktbær, sigur Jóhan Dávur Joensen, sum leggur dent á, at tey sjálvandi vóna at fleiri fólk flyta til bygdina. 

- Men vit hava ynskt at bygdin vaksur fram við vegnum, og ikki í hasum lendinum. Húsini verða helst eisini til summarhús, sum standa tóm størsta partin av árinum, greiðir bóndin frá. Hann sigur at dømi er um fólk, sum kanska eru í húsinum 5 dagar um árið, meðan húsini standa tóm restina av tíðini. 

- Tað skapar onki lív í bygdini, staðfestir Jóhan Dávur Joensen, sum heldur at um hús skulu byggjast, hevði verið betri at bygt tey í vánaligum lendi heldur enn tí besta í bygdini. 

Ætla at kæra - men væntað ikki at verða hoyrd 
- Vit fara at senda eitt skriv áðrenn freistina 25. apríl. Men tað er mest soleiðis, at ongin skal kunna siga, at vit ikki royndu. 

Tað sigur Jóhan Dávur Joensen, sum svarar heilt greitt til spurningin, um hann væntar at skrivið frá teimum til kommununa fer at broyta nakað. 

- Nei, tað hava vit ongar vónir um. Síðani vit gjørdist partur av Sørvágs kommunu, er skatturin farin nógv upp, men vit hava onki at siga í, hvørjar avgerðir verða tiknar í kommununi, sigur Jóhan Dávur Joensen. Hann vísir á, at tað einans búgva áleið 15 fólk í bygdini, og at tey tí hava lítið at siga fyri kommununa. 

- Eg kann sjálvandi ikki tosa fyri øll í bygdini, men eg havi eina fatan av, at fólk eru samd um, at hendan ætlanin ikki er góð fyri bygdina, sigur Jóhan Dávur Joensen at enda. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder