Innanlands

Gásadalsfólk verða hoyrd um tey klaga

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at borgarafundir hava verið í sambandi við byggisamtyktina í Gásadali

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2019-04-19 18:52 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag skrivaði Portalurin um serliga byggisamtykt, sum er gjørd um Gásadalsbygd. Samtyktin loyvir sethúsabygging í einum lendi, sum Jóhan Dávur Joensen, bóndi í Gásadali, kallar serliga fruktbæra. Jóhan Dávur Joensen segði, at hóast Gásadalsfólk fara at mótmæla ætlanini áðrenn freistina 25. apríl, vænta tey ikki at verða hoyrd. 

Men Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at Gásadalsfólk fara at verða hoyrd, um tey mótmæla. 

- Eg gangi út frá, at vit sjálvandi fara at lurta eftir teimum, sigur hon í samrøðu við Portalin. Hon sigur, at hon ikki veit, um tað er rætt, tá Jóhan Dávur Joensen sigur, at tey ikki verða hoyrd, tá tey senda hoyringar til kommununa, tí hon ikki hevur verið borgarstjóri so leingi. 

Les eisini: Gásadalsfólk mótmæla Sørvágs kommunu  

- Men eg kann staðfesta, at vit hava onga ætlan um at trýsta eina skipan yvir Gásadalsfólk, leggur Aimé Jacobsen afturat. 

Aimé Jacobsen greiðir eisini frá, at tveir borgarafundir hava verið í Gásadali, og at okkurt er broytt síðani fyrsta borgarafundin, tí Gásadalsfólk ynsktu tað. 

Borgarstjórin sigur eisini, at talan ikki verður um at byggja nakað komunalt í Gásadali. Men at tey bara vilja loyva fólki, sum eiga jørð í Gásadali at byggja á lendinum. 

- Vit vilja bara geva fólki, sum eigur lendið, møguleika at byggja á lendinum. Ognarviðurskiftini verða tey somu eftir byggisamtyktina, sigur Aimé Jacobsen. 

Annars sigur Aimé Jacobsen, at hon ikki fær svara ítøkiligu atfinningunum hjá Jóhan Dávur Joensen um gøtuna, sum fer at liggja ígjøgnum jørð hjá fleiri ymiskum eigarum, tí hon ikki hevur ætlanina hjá sær. Men hon staðfestir at kommunan roynir at gera tað liviligt hjá fólki í Gásadali, hóast ferðavinnan er voksin nógv í Gásadali. 

- Vit royna at gera tað liviligt, men eg kann bara staðfesta, at vit eru yvirrend av ferðafólkum, sigur Aimé Jacobsen at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder