Innanlands

Gásadalstunnilin stongdur um náttina

Eftirlit verður framt fram til mikumorgunin

2019-04-15 08:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Gásadalstunnilin verður stongdur komandi tvær næturnar orsaka av eftirliti.

Landsverk boðar frá, at eftirlit verður framt um náttina fram til mikumorgunin 17. apríl. Tunnilin verður stongdur frá kl. 22 til kl. 6.

Í hesum tíðarskeiðinum verða bilar leiddir ígjøgnum á midnátt, klokkan 2 og klokkan 4.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder